IMG_0202-1298.jpg
 

dagfør tína vitan við einum erfa skeiði

 

Endamálið við ERFA er at menna førleikar hjá grannskoðarum til at veita eina enn betri fakliga tænastu.

ERFA er eitt fakligt samstarv millum MENTA Sp/f í Tórshavn og GrannskoðaraStovan í Runavík Sp/f. Samstarvið byrjaði í 2006. Leiðslurnar báðar møtast regluliga við tí fyri eyga at læra hvør av aðrari og harvið fáa eitt fakligt mennandi umhvørvi. ERFA er stovnað til tess at samstarva um størri uppgávur og menna vitanina um høvuðsyrkini: 

       -   Grannskoðan

       -   Roknskapur

       -   Ráðgeving

       -   Skatt

Høvuðsendamálið við ERFA er at kunna veita eina enn betur fakliga tænastu og menna leist til felags kt-skipan sum lýkur lógarásetta góðskueftirlitið.

Allir grannskoðarar í ERFA samtakinum eru leypandi á góðkendum eftirútbúgvingarskeiðum.

Í hesum sambandi skipar ERFA fyri skeiðum, so allir góðkendu grannskoðararnir í samstarvinum lúka kravdu eftirútbúgvingina. Endamálið hjá ERFA er at veita eftirútbúgvingarmøguleikar til góðkendar grannskoðarar og onnur við áhuga í fakliga økinum.

Allir góðkendu grannskoðararnir í ERFA eru limir í FFG (Felagið Føroyskir Grannskoðarar) og FSR - danske revisorer.

Góðskuætlanin hjá ERFA er at veita einfaldar og haldgóðar loysnir, sum gagna úrsliti kundans.

Menta

MENTA byrjaði upprunaliga sítt virksemi 1. november 1987 og telist í dag millum størru grannskoðanarvirkini við fjúrtan starvsfólkum, harav fýra skrásettum grannskoðarum við drúgvum royndum.

 

Komandi skeið

 

Grannskoðarastovan

Virksemið hjá Grannskoðarastovuni byrjaði í oktobur 1981. Fyrstu nógvu árini varð hildið til í hølum á Skála, og í 2003 varð deild latin upp í leigaðum hølum í Runavík. Í 2006 var alt virksemið flutt í egin hølir á Heiðavegi 31 og skrivstovan á Skála varð eftir 25 árum afturlatin. Virkið hevur í dag tíggju fólk í starvi, herav tríggir skrásettir grannskoðarar við drúgvum royndum.

 

Fá samband við ERFA

 
 

Menta Sp/f
Jónas Broncks gøta 16
Postboks 16
FO-110 Tórshavn
Telefon: 780 900

Grannskoðarastovan í Runavík Sp/f
Heiðavegur 31
Postboks 190
FO-610 Saltangará
Telefon: 591616

 

Teldupostur

skeid@erfa.fo

 

Skeiðskalendari

 
 

Hevur tú ikki luttikið á okkara skeiðum áður og ynskir tú at fáa beinleiðis kunning um komandi skeið, ert tú vælkomin at tekna teg til ERFA tíðindabrævið.