Back to All Events

Skeið 38 & 39: Nýggjasta innan roknskap, grannskoðan, VG og lógarverki v. m.


  • Hotel Brandan Oknarvegur 2 Tórshavn Faroe Islands (map)

Tað nýggjasta innan roknskap, grannskoðan, víðkaða gjøgnumgongd, vinnulóggávu v. m. er ætlað at dagføra grannskoðarar innan hesi yrkisøkir.

Endamálið við skeiðnum er ein gjøgnumgongd av seinastu broytingum v.m. á nevndu yrkisøkjum.

Skrá 14. november 2024:

  • Grannskoðan/víðkað gjøgnumgongd og góðskustýring í grannskoðarafyritøkum - dagføring og ymsir postar við serligum váða/avbjóðingum (t d. søla)

  • Kreppuraktar fyritøkur - framhaldandi virksemi (going concern)

  • Nýggj vegleiðing til roknskaparuppseting

Skrá 15. november 2024:

  • Ársfrásøgnin - krøv til klassa B & klassa C

  • Stutt dagføring innan grannskoðan, rokskap og lógarverk

  • Burðardygdarfrágreiðing ESG hvat er tað? - Nú og í framtíðini

Undirvísari:

  • Jesper Præst Olsen, statsaut. revisor/CEO í EcoVista og undirvísari hjá Syddansk Universitet, FSR og Fakta Kurser og formaður í FDR.

KE-tímar:

  • Er góðkent eftirútbúgvingarskeið og gevur

    • 10 tímar innan - “Grannskoðanar- og váttanarøkið”

    • 6 tímar innan - “Aðra viðkomandi lóggávu og fakligir standardar”

Vinarliga, meldið til á t-post erfa@erfa.fo innan 12. november 2024.

Ikki trýsta á kassan “melda til skeiðið” sum er óvirkin.


Dagur:              14. og 15. november 2024
Tíð:                    Kl. 08.30 – 16.30
Staður:             Hotel Brandan
Luttakaratal:   45+
Prísur:              Kr. 3.900 + mvg pr. dag/luttakara